Meginfelag Føroyskra Studenta bjóðar hóskvøldið øllum á aðalfund á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Aðalfundurin byrjar klokkan 19:00.
Á fundinum kanst tú hoyra um fjølbroytta virksemið hjá felagnum. Eisini koma Kristina Háfoss og Katrin Apol at greiða frá teirra tíð í MFS, og hvørja ávirkan MFS hevur havt fyri tær persónliga.
MFS er eitt felag, sum er myndað av lesandi, ið arbeiða miðvíst fyri at troka á, prika til og gera vart við viðurskiftir, ið á ein hvønn hátt ávirka tey lesandi. Í 54 ár hevur MFS arbeitt fyri tey lesandi, og hevur felagið tískil drúgvar royndir í at ganga á odda, tá ið átøk verða framd, og uppskot løgd fram. Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum felag á jøvnum føti við eitt nú onnur norðurlendsk studentafeløg og altjóða studentafelagsskapir.
MFS er sostatt viðurkent samráðingarumboð við føroysku myndugleikarnar, og verður felagið tikið við upp á ráð, tá lestrarviðurskiftir verða viðgjørd.
So við at møta upp til aðalfundin, er møguleikin har fyri at betra um lestrarviðurskiftini hjá lesandi í og uttanfyri Føroyar!
Á dagskránni til aðalfundin verður:
1. Frágreiðing ráðsins frá virki felagsins síðani seinasta val og viðgerð av hesum.
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri seinasta roknskaparár og viðgerð av hesum.
3. Val av nýggjum ráði.
4. Ymiskt
Eftir aðalfundin verður 1. ráðsfundur hjá nýggja ráðnum. Har hesi punkt verða á skránni:
1. Val av formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara í ráðnum.
2. Ráðið mannar seg í nevndir við einum ráðslimi sum umboðsmanni fyri hvørji nevnd.
3. Val av grannskoðara
Stk. 2. Gamla ráðið stýrir fundinum til formaðurin í nýggja ráðnum er valdur, síðani tekur hann við.
Stk. 3. Nýggja ráðið skal alment lýsa niðurstøðuna av aðalfundinum við at senda út tíðindaskriv