Íslendsku tónleikararnir í heimskenda bólkinum Mezzoforte, koma ikki til Føroya í kvøld, og konsertin er útsett til klokkan 16 í morgin
Flogfarið hjá Atlantsflog ? sum skuldi flúgva íslendsku Mezzoforte til Føroya at hava konsert í kvøld, stendur nú á Egilsstøðum ? og kemur ikki til Føroya fyrr enn í morginári kl 8:20.
- Konsertin, sum skuldi vera í kvøld klokkan 21, verður í staðin í morgin kl 16, sigur Fróði Vestergaard úr Norðurlandahúsinum.
Tað ber ikki til at hava konsertina í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, tí tá er annað tiltak í húsinum, tískil er konsertin fyribils sett til klokkan 16.
Fróði Vestergaard sigur, at fólk, sum hava keypt atgongumerki, og sum ikki fáa komið til konsertina í morgin, kunnu fáa pengarnar aftur.










