Konsertin við Mezzoforte, sum skuldi vera í kvøld klokkan 21, verður helst eitt sindur seinkað, tí flogfarið úr Íslandi er seinkað
- Tað er eingin trupulleiki hjá okkum at halda konsertina eitt sindur seinni. Men beint nú stendur flogfarið til at lenda kl 18:15, so tað verður helst ov knapt at byrja konsertina klokkan 21, sigur Fróði Vestergaard úr Norðurlandahúsinum.
Meira verður at frætta um konsertina á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo