15. oktober spæla teir í Høllini í Norðurlandahúsinum. Mezzoforte varð stovnað í 1977 – fyri 34 árum síðani og kendasta lagið hjá teimum er “Garden Party” frá 1983. Orkestrið hevur verið virkið øll árini og í fjør kom teirra seinasta studio-album “Volcanic”. Albummið varð fagnað av LiveMusicGuide.com, sum m. a. skrivaði:
“Mezzoforte fær fjeppararnar at kenna seg nøgdar og vilja hava meir”, og “teir eru minst líka góðir, sum teir nakrantíð hava verið, um ikki betri”.