Meyruhapparin

Um vit gera teim smáu ónáðir, skal teirra veiði raka okkum

Kim Simonsen

10 ára gamli Lucas Nielsen hevur tað ikki so lætt. Hann er fluttur við familjuni til býin, men tað er ikki so lætt at finna vinir. Heima er tannáringasystir hansara Tiffany móti honum, og foreldur hansara hava ikki tíð til at síggja hvat bagir.
Omma hansara er púra bims, og brúkar tíðina til at verja familjuna móti aliens frá rúmdini, sum hon hevur lisið um í fantasy bløðum.
Eisini er Lucas endaður sum offur fyri grovari happing, ein bølli er í grannalagnum, ið ongantíð gloymir at happa hini.
Hetta ger, at Lucas fer at bróta mýrutúgvur í havanum. Hann letur sína øði ganga út yvir ósek og teirra verjuleysu torn av jørð. Hann sparkar til túgvurnar og spular vatn omaná frá havaslanguni.
Tað hann ikki veit, er at undir hansara føtrum er ein sera skipa og livandi verð. Tað sum vit onnur halda er ein hópur av býttum meyrum, er í veruleikanum eitt heilt komplekst samfelag við nøvnum, forholdum, ábyrgd og kenslum. Hesi eru um at gerðast troytt av at fáa teirra verð sorlaða av Lucas Meyruhapparinum.

Gandur
Meyrurnar eru nærum desperatar og hava sett ymiskt í verk fyri at verja seg. Tróllameyran Zoc hevur uppfunnið ein gandaløg og bert ein dropi stoyttur í oyra á Lucas gandar hann um til meyrustødd. Meyrurnar taka hann við niður í meyrutúgvuna og seta hann fyri rættin. Lucas verður ákærdur av Meyruráðinum fyri brotsverk móti meyrukoloniini. Drotningin dømir hann sekan og at hann skal liva millum meyrunar framyvir. Hann skal læra teirra siðir, áðrenn hann kann fáa frælsi aftur. Hetta er ein stór uppgáva at finna seg til rættis millum meyrunar. Her er mangt og hvat sum er vandamikið.

Í meyruheimi
Vit kenna søguna eitt sindur frá filminum frá 1998, kallaður Antz. Hesin hevði eisini meyrutúgvuna sum eitt heilt kosmos. Eisini her er í hesum filminum er meyruheimurin ein allegrori og ein samfelagslig spegilmynd, og í tráð við slíkar søgur aftur til Ferðina hjá Gulliver hjá Jonathan Swift, so er hetta ein moralskur fabul. Hugtakandi er hesin heimurin tó, tí meyrur eru skapa sera løgin og áhugaverd samfeløg.
Søgan er góð, og hon mennir seg væl gjøgnum filmin. Mangan er filmurin stuttligur og ein menningarferð fyri tey yngru inní ein ævintýrkendan heim.
Filmurin er sera deiligur í uppruna útgávuni, har eru sera kenda rødir, so sum Julia Roberts, Nicolas Cage, Meryl Streep og Paul Giamatti.
Ein filmur, ið er verdur at síggja.

4 stjørnur av 6.


Myremobberen  The Ant Bully

Leikandi (rødir á originalu útgávuni og á donsku):

Hova (Julia Roberts)Anne O. Pagh
Zoc (Nicolas Cage)Jesper Lohmann
Meyrudrotningin (Meryl Streep)Jette Sievertsen
Sten Mahs (Skaðadjórafyribeinarin) (Paul Giamatti)Torbjørn Hummel
Lucas Nielsen (Zach Tyler Eisen)Jamie Morton
Kreela (Regina King)Sidsel Agensøe Hauch-Fausbøll
Fugax (Bruce Campbell)Lars Lippert
Momse (Lily Tomlin)Grethe Mogensen

Leikstjóri: John A. Davis. Leiktíð: 90 min. Aldursmark, 7 ár. Myremobberen verður frumsýndur í Havnar Bio, fríggjadagin 13. oktober, kl. 15.15.