33.341.
So nógv morð vórðu framd í Mexico í fjor, sum setir ein nýtt óunniligt met í landinum, síðan tey í 1997 fóru at telja morðini.
Seinasta metið var í 2017, tá skrásett vórðu 28.866 morð, skrivar tíðindastovan AFP, sum vísir til landsins alemnnu hagtøl.
Fleiri enn 200.000 persónar eru myrdir í Mexico, síðani stjórnin gjørdi av, at landsins herur skuldi stríðast ímóti handli við narkotika í 2006.
Vinstrasinnaði forsetin, Andres Manuel Lopez Obrador, sum kom til valdið í desember, lovaði, at hann vildi virka fyri at steðga øgiliga harðskapinum.
Fyrsta mánaðin hjá Lopez Obrador sum forseti vórðu 2.842 fólk myrd. Talið var 2.687 mánaðin fyri.
Greitt er ikki, hvussu stórur partur av morðunum er í sambandi við narkotika.
Lopez Obrador hevur millum annað ávarað um, at hann fer at stovna hana tjóðarhirðu við 50.000 hermonnum, sum skal hava uppgávur hjá borgarliga herinum undir leiðslu av herinum.
Men tey atfinningarsomu halda, at um hernaðarligi luturin verður styrktur, so fer støðan bara at versna.
Forsetin hevur roynt at linna atfinningarnar við at lova borgarliga leiðslu í nýggju tjóðarhirðini, men mótstøðufólkini siga, at tað bara fer at loysa ein lítlan part av trupulleikanum.
Skal ein tjóðarhirð stovnast, verður neyðugt við grundlógarbroyting.
126 milliónir fólk búgva í Mexico. Í fleiri enn 90 prosent av øllum førunum við harskapsmálum í landinum, verður eingin revsaður.
/ritzau/AFP