Nógv umtalaði danski bólkurin Mew er næstan liðugur við tekstirnar til næstu fløguna.
Seinasta fløgan hjá bólkinum, ´And the Glasshanded Kites´, kom út í 2005.
Enn er ógreitt um trímannabólkurin er byrjaður at innspæla tónleikin, men ein framleiðari er nú valdur til fløguna, ið enn ikki hevur fingið nakað heiti.
Á teirra bloggi á Myspace-profilinum stendur at lesa, at Mew næstan eru lidnir við nýggju fløguna, og at ein rúgva av tilfari er sáldað frá.
Umframt blogg-greinini hevur bólkurin eisini lagt ein nýggjan part av filmbanda-dagbókini inn á alnótina.