Fyri stuttum lat Svimjihøllin í Klaksvík uppp við nýggjum baðilandi og hetta hevur lokkað fleiri vitjandi í høllina. Fyrsta mánaðin høllin hevur verið opin við nýggja baðilandinum, hava heili 7600 vitjað høllina.
Hetta er met, tí vanliga talið liggur um 2000 vitjandi í juni og juli. Tá Summarfestivalur er, verður høllin vanliga eisini betri vitjað, enn vanligt, og serliga eru tað tey sum liggja í tjaldi og tey, sum eru við báti, ið nýta høllina .Nú baðiland er komið í høllina við nýggju økuni, so hava børnini eisini okkurt at fara til á festivalinum, umframt Silvalandið