Metveitsla í Belgia

Ikki færri enn átta føroysk met vórðu sett, tá føroyskir svimjarar tóku lut í EM-kappingini í Belgia. Flottasta avrikið var hálvfinaluplássið, sum Elspa Mørkøre svam seg til í 50 metra ryggsvimjing

Svimjing

 

Framgongdin hjá føroyskari svimjing bara stendur við. Hetta varð enn einaferð staðfest, tá fremstu yngru svimjarar okkara í farnu viku tóku lut í EJM, sum varð hildið í Belgia.

Serstakliga gjørdu Pál Joensen, Kári J. á Høvdanum og Elspa Mørkøre vart við seg í kappingini, og Elspa gjørdi ikki mætari enn at svimja seg í hálvfinaluna í 50 metra frí. Hetta er fyrsta hálvfinalupláss, sum Føroyar nakran tíð hava fingið í kappingini. Hartil var eisini sera nær við, at Elspa kom í hálvfinaluna í 100 metra ryggsvimjing. Avrik, sum enn einaferð prógvar virðið av miðvísa arbeiðinum, sum seinastu nógvu árini er gjørt innan føroyska svimjing.

Umframt tey trý vóru eisini Guðrun H. Jacobsen, Dánjal Martin Hofgaard og Mona Simonsen partur av føroyska landsliðnum.

 

Metini

Pál Joensen 400 m frí 4.06,37

Pál Joensen 1.500 m frí 16.11,91

Kári J. á Høvdanum 50 m rygg 28,46

Kári J. á Høvdanum 100 m rygg 56,21

Kári J. á Høvdanum 200 m rygg 2.14,10

Elspa Mørkøre 200 m rygg 2.24,41

Elspa Mørkøre 100 m rygg 1.06,75

Elspa Mørkøre 50 m rygg 30,78