Flogferðsla
Talan var um hugaligan lesna, sum nevnd og stjórn hjá Atlantic Airways fyrr í mánaðinum lóti landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Roknskapurin hjá føroyska flogfelagnum sýnir hesa ferð besta úrslitið í søgu felagsins, og við alsamt styrktu fíggjarstøðuni, metti nevndin tað nú eisini vera ráðiligt at luta út 10 mió kr. í vinningsbýti.
Útlandið tryggjar stabilitet
Við einum umsetningi, sum í fjør táttaði upp ímóti 400 mió kr., hevur Atlantic Airways so dyggiliga ment seg til ein av risunum innan føroyskt vinnulív. Málið hjá leiðsluni hevur í fleiri ár verið, at alsamt størri partur av inntøkunum hjá felagnum skulu koma úr útlandinum, soleiðis at konjuktursveiggj á føroyska marknaðinum ikki raka ov meint. Og hetta er eisini eitt arbeiði, sum nú tykist bera ávøkst.
Soleiðis var útflutningslutfallið í 2005 komið upp á 36%. Ella við øðrum orðum, so stavaðu 36% av inntøkunum frá aktivitet uttanlands og frá viðskiftafólki, sum eru búsitandi uttanlands. Í absoluttum tølum svarar hetta til, at útlendis inntøkurnar hjá Atlantic Airways í fjør vóru knappar 137 mió kr. Og arbeitt verður framhaldandi við at økja um hendan partin av inntøkugrundarlagnum.
Og hóast nýggjur kappingarneyti júst er farin undir flúgving á rutuni millum Vágar og Keypmannahavn, so tykist leiðslan framhaldandi at rokna við vøkstri.
Soleiðis verður í ársfrágreiðingini mett, at samlaða talið av flogtímum í 2006 fer at vaksa við 30%, og at starvsfólkatalið verður víðkað, soleiðis at hetta telur 200 fólk, tá mest er at gera.
Vilja hava betri umstøður
Umframt at røða um egið virksemið, hava leiðsla og nevnd í felagnum eisini nakrar hampuliga hvassar viðmerkingar til karmarnar, sum Atlantic Airways hevur at virka undir.
Eitt nú verður staðfest, at tá felagið við á leið 15 mió kr. í avgjøldum rindar meginpartin av rakstrarútreiðslunum hjá flogvøllinum, so er tað ikki nøktandi, at ynskið um betri umstøður til ferða- og starvsfólk ikki verður gingið á møti.
Eisini verður staðfest, at bæði felagið og myndugleikar annars eiga at fyrireika seg væl, nú Føroyar gerast partur av loftfersðlupakkanum hjá ES. Ein politisk avgerð, sum fer at hava javnbjóðis kapping í øllum europeiskum loftrúmi við sær.
Hetta saman við eini einskiljingarætlan, sum nú tykist vera komin á glið, og eini møguligari leingjan av flogvøllinum ber við sær, at nevnd og leiðsla framhaldandi meta, at stórar avbjóðingar liggja fyri framman.










