Í greinini verður spolað aftur til 1. oktober 2002, tá Jákup Mikkelsen saman við landsliðsfeløgunum var um reppið at skapa tað, sum sambært týska miðlinum vildi verið pínligasta úrslitið í altjóða søguni hjá Týsklandi.
Sipað verður sjávlandi til dystin, sum Týskland vann 2-1. Allan dystin á tamb hevði Týskland stórt trýst móti føroyska málinum, men Jákup Mikkelsen stóð ein branddyst, og móti dystarenda var tað bara stólpin á muni, tá Hjalgrím Elttør var um reppið at skora eftir føroyskt kontraálop.
Greinin vísir annars á fleiri av merkisverdu úrslitunum hjá Jákupi tey 27 árini, sum hann spældi á hægsta stigið. Og ikki minst verður nógv gjørt burturúr, at Jákup er elsti málverjin, sum hevur spælt í FIFA-skrásettum dysti. Eisini verður nortið við, at Jákup er einasti málverjin, sum er kosin ársins spælari í føroyskum fótbólti, og at tað er merkisvert, at hann hóast fleiri ár uttanlands eisini er millum teirra, sum hava spælt flestar skrásettar dystir í Føroyum.
- Seinastu tvey árini hevur Jákup verið viðspælari hjá soninum, men nú er yrkisleiðin sum spælari av. 44 ára gamli Jákup Mikkelsen staðfestir, at knøini ikki orka meira, skrivar weltfussball. Teir enda greinina við at skriva, at hóast hann ikki longur er á vøllinum, so var Jákup Mikkelsen partur av venjaratoyminum, tá Føroyar herfyri skaptu eina nýggja sensatión – hesa ferð í Grikkalandi.
Týska greinin kann lesast HER









