Fyri fyrstu ferð sigur forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, púra greitt, at hon stuðlar virkandi kappingarkommiserinum Margrethe Vestager at gerast forkvinna í ES-kommisiónini.
Harvið tekur hon fyrrverandi forkvinnuna hjá Radikala flokkinum fram um umboðið hjá javnaðarbólkinum í ES, Frans Timmermans.
Tað segði Mette Frederiksen á Fólkafundinum í Allinge á Bornholm í morgun.
– Um Margrethe Vestager er nær við at gerast forkvinna fyri kommissiónina, so er tað sjálvandi í donskum áhugamálum at stuðla henni, sigur Mette Frederiksen.
Virkandi forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, stendur til at missa valdið í Danmark, men hevur tó boðað frá sínum stuðli til Vestager. Tey hoyra bæði til liberala bólkin í ES-tinginum, mótvegis Mette Frederiksen.
Hinvegin hevur tað ikki verið greitt, hvat Javnaðaflokkurin fór at gera.
Mette Frederiksen hevur higartil hildið seg aftur og vísir sjálv til, at hon er útnevnd sum kongaligur kannari og harvið ikki enn er forsætisráðharri.
Men nú stuðlar hon Vestager.
Martgrethe Vestager boðaði fyri góðanum mánaði alment frá, at hon stillar upp sum valevni til at yvirtaka sessin eftir Jean-Claude Juncker.
/ritzau/