Mette sligin á gøtuni í Keypmannahavn

Eftir hendingina endaði forsætisráðharrin á Ríkissjúkrahúsinum. Hon er væl fyri, men skakað av hendingini.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, var í gjár fyri einari keðiligari hending í Keypmannahavn.

 

Tað var ein, ið gekk framvið forsætisráðharranum, sum sló hana á gøtuni.

 

Sagt verður, at Mette Frederiksen fekk "et lettere nakkesleng", sum tíðindastovan NTB orðar seg.

 

Eftir hendingina endaði forsætisráðharrin á Ríkissjúkrahúsinum. Hon er væl fyri, men skakað av hendingini.

 

Maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava sligið, skal grundlógaravhoyrast seinnapartin í dag.

 

Lesið eisini: https://www.in.fo/news-detail/mette-er-kedd-og-skakad