Mette sær út sum ein vinnari

Sosialurin: Kendi danski politiski viðmerkjarin Hans Engell greinar í Sosialinum hetta vikuskiftið danska fólkatingsvalið. Hann metir um stjórnarmøguleikar í Danmark eftir valið.

Hans Engell er fyrrverandi danskur politikari – seinastu árini mest kendur sum fastur politiskur viðmerkjari hjá TV 2 News og TV 2. Hann hevur verið formaður í danska Konservativa flokkinum. Hevur verið verjumálaráðharri og løgmálaráðharri. Hann var blaðstjóri á Ekstra Bladet frá 2000 til 2009. Hann trein inn á politiska pallin, tá Schlüther skipaði fyrstu stjórn sína í 1982. Hann varð valdur á Fólkating í 1984. Árini 1993-1997 var hann formmaður í Konservativa flokkinum. Mynd: Thomas Borberg/Politiken/Ritzau Scanpix

Hans Engell metir, at Mette Frederiksen heldur fram sum forsætisráðfrú – saman við Moderatunum hjá Lars Løkke Rasmussen, SF og teimum Radikalu.

–  Væntanin er, at tað verður sera javnt. So kann fólkatingsvalið í Føroyum fara at verða avgerandi. Verður tað eitt reytt og eitt blátt umboð sum higartil? Tveir reyðir ella tveir bláir tinglimir. Hvørt mandat kundi verið avgerandi, skrivar Hans Engell í greiningini í Sosialinum. 

Hann vísir á, at enn eru hundraðtúsundtals veljarar, sum ikki hava tikið støðu. Nógv broyta meining fimm ferðir í valstríðnum. Tað kunnu koma yvirraskilsi, og floksleiðarar kunnu knappliga bróta út og flyta hermótið undir endaligu sjónvarpskjakum og uppgerðini í miðlunum. 

Valið er serstakliga spennandi, tí danskur politikkur er ikki longur stýrdur av tveimum rættiliga stórum flokkum, nøkrum fáum í miðalklassanum og so teimum smáu. 

– Tað er eisini eitt annað val, tí vit hava eina heilt aðra altjóða, trygdarpolitiska myrka bakgrund. Kríggj allastaðni og ein samgonga við USA, hvørs trúvirði følnar. Vit hava higartil verið stolt av at hava ein sera sterkan búskap. Tað hevur Danmark framvegis, men tað er ikki ósárbært. Truplar avgerðir standa fyri framman. 

Eisini tá talan er um Ríkisfelagsskapin. SVM-stjórnin og Mette Frederiksen hava tosað um endurnýggjan. Men hvat er innihaldið? Eingin veit. Eg upplivi, at nógv í Danmark síggja Ríkisfelagsskapin syng ja sítt seinasta vers. Tað kann vara 10-15 ár afturat, men hvat so? spyr Hans Engell millum annað í greinini, sum hann hevur skrivað í Sosialinum.

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.

##med2##