Mette: Ja tað er ein verulig hóttan úr Russlandi

Hóttanin er Russlandi er verulig og skal takast í størsta álvara

Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, á veg inn á toppfundin hjá løgmanni í Tinganesi, har stjórnarleiðarar úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Danmark og Noreg hittast beint nú.

Mette Frederiksen segði á veg inn á fundin, at orsøkin til at fundurin er nú og at hann er her í Føroyum er serliga støðan, vit eru í, eisini í hesum parti av heiminum. 

– Vit hava tørv á at tosa saman, og tað er sera týdningarmikið, at øll trý londini í ríkisfelagsskapinum eru við saman við Noreg og Íslandi, sigur hon.

– Hetta er sum eitt slag av økistrydgarráð, leggur hon afturat.

Hon sigur, at hóttanin úr Russlandi er verulig, og at hon sæst dagliga í Ukraina og við tað, at Russland avvísir eina vápnahvíld.

– Vit síggja eitt Russland, sum roynir at destabilisera okkara samfeløg. Tað kann vera við cyberálopum, hybridálopum, við at sabotera kritiskt undirstøðukervi, við at blanda seg upp í val ella á annan hátt við at órógva okkara fólkaræði, sigur danska forsætisráðfrúan.

– So ja, tað er ein aktuell og veruliga álvarsom hóttan úr Russlandi, segði Mette Frederiksen.

Hon vísti á, at tað er skaptur ein ótryggleiki trygdarpolitiskt við mátanum, sum amerikanarar eru farnir at uppføra seg, har teir skapa ein trygdarpolitiska óvissu um teirra leiklut, sum eisini skal takast í álvara.

 

##med2##

Hon sigur, at heimurin er vorðin ótryggari enn hann hevur verið í hennara livitíð, og tað mugu vit fyrihalda okkum til, eisini her í Norðuratlantshavi og í Arktisk, sigur hon.

Hon vísir á, at tað Nato sum varðar av økinum her og sum skal verja hetta øki. Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum eru partur av Nato, eins og Noreg og Ísland eisini eru tað. 

– Eg hava eisini tosað við nýggja leiðaran í Kanada um tað felags ábyrgd, sum vit hava av trygdarstøðuni her í Norðuratlantshavi, segði hon, áðrenn hon saman við løgmanni fór inn á fundin í Skansapakkhúsinum í Tinganesi.