Mette gav 17 fold

Hetta er tíðin, tá fólk so smátt byrja at taka eplini upp. Og sum altíð, er spenningur at hyggja eftir, hvussu nógv er undir flag og mold.

Á Búnaðarstovuni á Miðgerði í Kollafirði eru tey aftur í ár farin undir at kanna, hvussu er statt við foldingini.

- Í ár hevur fruktað væl, verður staðfest beinanvegin.

Tey hava sæð, at tað fruktar væl og at tað er væl undir hvørjum einasta slokki.

Eitt av epla-sløgunum í ár Mette, sum tey longu nú hava fingið góðar royndir av. Í ár hevur Mette givið heili 17 fold.

Enn er sjálvandi stutt fráliðið. Men seinni kemur ein meiri nágreinilig frágreiðing um eplatøkuna í ár.