Mette Frederiksen: Ung skulu rinda meira fyri sigarettir

Kostnaðurin av sigarettum er vorðið eitt av kjakevnunum nú danskarar í næstum skulu á val til Fólkatingið. Evnið er vorðið aktuelt aftaná at talið av roykjarum í Danmark er voksið annað árið á rað.

Og í dag hevur Mette Frederiksen, forkvinna í danska Javnaðarflokkinum, stolið yvirskriftirnar við at mæla til eina skipan við ymiskum prísum til ymiskar aldursbólkar.

- Vit vilja gjarna forða fyri, at ung byrja at roykja. Ein møguleiki er kanska at hækka prísin fyri ung, men ikki so nógv fyri tey eldru. Eg viðurkenni, at kostnaðurin hevur týdning fyri talið av roykjarum, men eg royni at hava ein sosialan javnvág í tingunum, sigur Mette Frederiksen í samrøðu við donsku sjónvarpsrásina TV2.

Meðan hinir flokkarnir allir hava viðgjørt málið í valstríðnum, so er hetta fyrstu ferð í valstríðnum, at danski Javnaðarflokkurin staðfestir sína støðu. Forkvinnan leggur tó dent á, at tað als ikki er vist, at prísirnir yvirhøvur verða broyttir, um Javnaðarflokkurin vinnur valið.

Um hví flokkurin einans ynskir at seta prísin upp fyri tey ungu, vísir forkvinnan í Javnaðarflokkinum á, at man ynskir ikki at leggja eina størri fíggjarliga byrðu á pensjónistar.

- Um man setur prísin upp á 90 krónur fyri øll, so kennir eg nakrar pensjónistar, ið ikki fáa ráð til annað enn at roykja, sigur Mette Frederiksen, sambært TV2.

Sambært danska heilsustýrinum royktu 23 prosent av dønum í 2018, og er tað 2 prosentstig fleiri enn í 2016.