Koronustøðan, møguleikin at styrkja sambandi enn meira og veðurlag. Tað vóru nøkur av evnunum, sum Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, í gjár umrøddi við amerikanska varaforsetan, Kamalu Harris.
– USA er týdningarmesti sameindi hjá Danmark og okkara týdningarmesti handils- og samstarvsfelagi. Samrøðan í dag sannførdi meg um tað sterka og tætta sambandið millum lond okkara, sigur Mette Frederiksen í eini skriftligari viðmerking.
Forsætisráðfrúan greiðir frá, at hon er fegin um at kunna bjóða USA vælkomnum aftur í Parísavtaluna, sum er ein umfatandi veðurlagsavtala.
Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, tók USA úr avtaluni, tí hann helt, at hon fór at skaða amerikanska búskapin.
Tað broytti landsins nýggi leiðari, Joe Biden, tó dagin eftir innsetanina, tá hann skrivaði undir, at landið aftur var partur av avtaluni.
– Vit hava brúk fyri eini sterkari og virknari amerikanskari leiðslu, um vit skulu klára veðurlagsavbjóðingarnar og sannføra restina av heiminum um at koma við seriøsum úrslitum, heldur Mette Frederiksen.
/ritzau/