Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen kemur á vitjan í Føroyum eina ferð í næsta mánaði. Tað hava løgmaður og danski forsætisráðharrin avrátt á fundi seinnapartin í dag.
Løgmaður hevur verið í Danmark í sambandi við, at Fólkatingið varð sett í dag og í hesum sambandi hitti hann forsætismálaráðharran.
Á fundinum umrøddu Mette Frederiksen og Bárður á Steig Nielsen samstarvið í ríkisfelagsskapinum. Løgmaður nýtti høvi at greiða frá ætlanunum hjá samgonguni komandi fýra árini.
– Vit eru samd um at arbeiða meira miðvíst fyri at styrkja ríkisfelagsskapin, sigur Bárður á Steig Nielsen í eini fráboðan í dag.
Hann heldur, at tað er neyðugt at lýsa stóru fyrimunirnar við einum sterkum ríkisfelagsskapi.











