Danska forsætismálaráðið boðar í dag frá, at MEtte Frederiksen, forsætisráðharri, kemur til Føroyar á vitjan mikudagin.
Tað hevur verið greitt, síðan Mette Frederiksen tók við sum forsætisráðharri í juni, at hon ætlaði sær á vitjan í Føroyum í ár, og nú er tað greitt at tað verður í døgunum 6. - 8. november.
Forsætismálaráðið kunnar á Twitter, at forsætisráðharrin fer at vitja Bárð á Steig Nielsen løgmann í Vestmanna, har hugt verður eftir vind- og vatnorku, umframt at vitjað verður á Fiskivinnuskúlanum.
Eisini skal forsætisráðharrin vitja í løgtinginum og á skipasmiðuni MEST í Havn.
- Eg gleði meg til mína fyrstu vitja í Føroyum sum forsætisráðharri og at hittast við løgmanni. Vit skulu millum annað fundast um okkara felags ynski um at styrkja samstarvið millum stjórnina og landsstýrið. Eg skilji væl føroyska ynskið um størri leiklut í uttanríkis- og trygdarpolitikkinum. Danmark og Føroyar hava ein sterkan felagsskap, og vit skulu samstarva á teimum økjum, har tað kann vera til felags gagn, sigur forsætisráðharrin undan vitjanini.