Við hesum orðum nevnir altjóða politiski miðilin Politico donsku forsætisráðfrúuna sum næstmest ávirkandi persónin í Evropa.
Politico ger styrkislistarnar á hvørjum ári, og við árslok 2025 metir miðilin, at bara amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at hava størri ávirkan á Evropa enn Mette Frederiksen.
Miðil setur týska samveldiskanslaran Merz á triðja plássi, meðan franski andstøðupolitikarin Marine Le Pen er nummar fýra.
Politico hevur serligan áhuga fyri tí eyðkendu sosialdemokratismuni, sum Mette Frederiksen skapar altjóða áhuga fyri.
/Ritzau/











