Mette Frederiksen hevur ikki skrásett sms-boð

Sms'ir kunnu verða fevndir av journaliseringsskyldu. Tað er ikki gjørt við SMS'arnar hjá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark

 

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú og Nick Hækkerup høvdu í kvøld tíðindafund um sms'ar, sum automatiskt eru slettaðir. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Mette Frederiksen hevur ikki hildið tað verið neyðugt at journalisera sms-boð. Tað segði hon á tíðindafundi í kvøld, eftir at stjórnin er komin undir stórt politiskt trýst í málinum um at taka av allar minkar í Danmark.

 

Tað kemur í kjalarvørrinum av, at komið er fram, at Mette Frederiksen og fleiri toppembætisfólk í forsætismálaráðnum automatiskt hava sletta sms'ar.

 

Tað hevur verið ein trupulleiki hjá granskingarnevndini – eisini nevnd minkkommisjónin. Hon skal greiða gongdina í málinum um avgerðina um at taka av allar minkar í Danmark í november í fjør.

 

Nevndin hevur ikki fingið atgongd til sms'ar frá forsætisráðfrunni, aðalstjóranum Barbaru Berthelsen, og leiðandi embætisfólkunum Pelle Pape og Martin Justesen.

 

##med2##

 

Tey hava øll sett telefonirnar at sletta sms'ar eftir 30 dagar.

 

– Eg havi ikki havt orsøk til at journalisera sms'ar. Og hjá mær er tað neyvan øðrvís enn hjá øðrum ráðharrum – eisini úr fyrrverandi stjórnum, segði Mette Frederiksen á tíðindafundinum í kvøld.

 

Hon greiðir víðari frá, at hon ikki heldur, at tað hava verið sms'ar av slíkum slag, at teir áttu at verið journaliseraðir.

 

Journaliseringsskyldan er ein regla um, at skriftlig málssviðgerð skal arkiverast, so hon kann finnast framaftur. Tað kann eisini fevna um sms'ar.

 

Skyldan fevnir bara um skjøl, sum hava týdning í einum málið ella viðgerðina av einum málið. Tú skalt ikki journalisera sms'ar, har forsætisráðfrúan eitt nú sigur sínum aðalstjóra, hvat hon skal hava til døgurða.

 

Á tíðindafundinum segði Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, at tað er í »samsvar við reglarnar« at sletta sms'ar, sum Mette Frederiksen hevur gjørt.

 

– Journaliseringsskyldan skal tó havast í huga. Men tað er í undantaksføri, at sms'ar skulu journaliserast.

 

– Í praksis eru tað sjáldan sms'ar, sum skulu journaliserast, segði hann á tíðindafundinum.

 

Hann segði, at tað er ikki soleiðis, at tað ikki er nakar sms'ur yvirhøvur, sum skulu journaliserast. Hann veit tó ikki, hvørjir sms'ar eru journaliseraðir.

 

Teknikarar hjá løgregluni skulu nú royna at endurskapa sms'arnar.

 

Á tíðindafundinum í kvøld kom fram, at aðalstjórin í Forsætismálaráðnum, Barbara Bertelsen, hevur ráðgivið Mette Frederisen til at sletta sms-boð eftir 30 dagar. Tann funkan var sligin til seinast á sumri í fjør.

 

/ritzau/

 

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú og Nick Hækkerup høvdu í kvøld tíðindafund um sms'ar, sum automatiskt eru slettaðir. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix