Tiltakið hetta kvøldið ber heitið SANSA, og er hetta fjórða árið á rað at tað verður hildið. Hetta er eitt væl kryddað kvøld, har limir í Handilsmiðdeplinum bjóða sínar vørur og tænastur fram á ein kreativan hátt.
Mette Blomsterberg er kend frá sendirøðunum “Det søde liv”, “Kongerigets kager” og “Price og Blomsterberg” á DR1. Hon fer nú at greiða frá sína passión fyri tí “Søta” og um, hvussu hugskotið til egna fyritøku kom.
- Mette Blomsterberg hevur í dag stóra succes við handlinum Blomsterbergs í Keypmannahavn, sjónvarpssendingum og við at skriva uppskriftabøkur við køkum og dessertum, sum kunnu freista sjálvt tann mest kræsna, verður sagt úr Runavík.