Nógv fólk nýttu í gjár høvi at koma í Elding at hoyra, hvussu kendi danski kondittarin, Mette Blomsterberg, ger sínar vælsmakkandi dessertir. Mette Blomsterberg greiddi frá og kom við nógvum góðum ráðum, tá hon gjørdi eina dessert í Miele køkinum í handlinum hjá Elding í Tórshavn.
Tá Mette Blomsterberg var liðug við fyrilestur sín, høvdu mongu kundarnir hjá Elding høvi til at smakka góðu dessertina, ið Mette hevði gjørt, og tað var gott til góman, vóru øll samd um.
Elding selir eisini ymiska køksútgerð frá Mette Blomsterberg, so gott høvi var hjá kundum at fáa góð ráð, og aftaná at kunna seta Mette spurningar og tosa við hana um tær mongu dessertirnar, ið hon er kend fyri at gera.
Metta Blomsterberg er eisini í Elding í dag.
Klokkan 14:00 í dag fer Mette Blomsterberg at halda fyrilestur í Elding og vísa, hvussu ein góð dessert er uppbygd, og tá fáa kundarnir høvi til at royna hennara vælsmakkandi dessert.