Tær báðar ferjurnar hjá DFDS, sum sigla ímillum Keypmannahavn og Oslo, hava ongantíð flutt so nógv ferðafólk sum í summar.
Í juli sigldu 101.382 fólk við teimum báðum skipunum. Í meðal vóru 1500 ferðafólk við "Crown of Scandinavia" hvønn túrin, og meðaltalið við "Pearl of Scandinavia" var 1770, sigur ferðastjórin hjá DFDS, Morten Fure, við Aftenposten.
Spurdur, um reiðaríið setir prísirnar niður fyri at fylla skipini, svarar Morten Fure, at prísirnir verða settir eftir tí, sum marknaðurin vil gjalda. Reiðaríið hevur góð altíð tilboð, og skipini hava verið full alla tíðina, sigur hann.
Svenska reiðaríið Stena Line hevur ferjusamband ímillum Frederikshavn í Danmark og Oslo, og eisini har siga tey, at summarið hevur verið gott. Í juli flutti felagið næstan 86.000 fólk á rutuni, og tað var met.
Hinvegin letur norska reiðaríið Color Line ikki so væl at. Ferðafólkatalið er á leið tað sama sum í fjør ella kanska minni, og tað kemst serliga av, at færri fólk hava ferðast á rutuni ímillum Oslo og Kiel í Týsklandi.