Metstórur vinningur í kvøld

Eisini føroyingar kunnu spæla við, har tað eru hundraðtals milliónir í puljuni.

Tað er ikki bara Gekkurin, sum hevur nógvan pening í puljuni í løtuni. Tað er so sanniliga eisini støðan í tí eina av lottospølunum hjá Danske Spil, nevniliga Eurojackpot, har tað í kvøld er metnógv í puljuni.


Europjackpot, sum spælifyritøkur úr 17 londum ganga saman um, fyllir fýra ár, og tað verður hátíðarhildið við einki minni enn 475 milliónum krónum í puljuni. Tað er størsta puljan í Eurojackpot nakrantíð.


Størsti vinningur higartil hevur annars verið 315 milliónir krónur, sum ein 47 ára gomul einlig donsk mamma at fimm børnum vann í februar í fjør. Fyri vinningin keypti hon børnum sínum hvør sítt hús.


Danske Spil sigur seg vænta, at 500.000 danir fara at spæla við í kvøld. Út av teimum 17 londunum í Eurojackpot er Danmark tað landið, sum hevur triðflestar spælarar. Tey, sum spæla mest, eru týskarar og finnar.