Metstórur áhugi

Ikki minni enn tvær týskar sjónvarpsstøðir fara at senda frá dystinum, tá Føroyar og Skotland spæla leygardagin

Landsdystur

Tað var helst væntandi, at stórur áhugi fór at vera fyri dystinum, nú skotar koma til Føroya. Í Skotlandi og Stórabretlandi yvirhøvur er áhugin fyri fótbóltinum ovurstórur, og mest sum allir dystir í fremstu fótbóltsrøðunum og í altjóða høpi verða so ella so varpaðir á sjónvarpsskíggjum, og soleiðis verður væntandi eisini hesaferð
Umframt áhugan úr Skotlandi, so er tað eisini so, at týskir miðlar sýna dystinum sera stóran ans. Eitt er, at Føroyar og Týskland eru í sama bólki, men ikki minst tykist tað eisini vera galdandi, at tað er fyrrverandi týski landsliðsvenjarin, Berti Vogts, sum nú hevur ábyrgdina av landsliðnum. Umframt at vera fyrrverandi landsliðsvenjari, taldist Vogts saman við hjálparvenjara sínum, Rainer Bonhoff, millum álitini á týska stórliðnum, sum upp ígjøgnum sjeyti-árini taldist millum tey allar mætastu í heiminum.

Fjølmiðlamet
Av skrivstovuni hjá ÍSF verður eisini sagt, at tey ongan tíð áður hava merkt ein somikið stóran áhuga fyri einum føroyskum landsdysti.
- Snøgt sagt eitt og hvørt skotskt blað við respekt fyri sjálvum hevur boðað frá, at tey vera til staðar, og úr Týsklandi eru at kalla øll tey stóru dagbløðini eisini við, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá Fótbóltssambandinum.
Fyrrapartin týsdagin var hann í fer við at leggja seinastu hond á listan yvir fjølmiðlafólk, og fyri fyrstu ferð yvir høvur verður samlaða talið av fjølmiðlafólkum oman fyri tey 100, tá dysturin verður blástur ígongd.
Alt hetta ger tó ikki, at kassin hjá FSF bólgnar. Rættindini til landsdystirnar hevur FSF fyri langari tíð síðani avreitt til miðlafyritøkuna, UFA, sum so letur eitt frammanundan avtalað gjald, sum er ásett eftir, hvørjum londum vit koma í bólk saman við.
Hinvegin veðrur roknað við, at áhugaverdu mótstøðuliðini kunnu geva eyka inntøkur á áskoðarasíðuni. Sum vit áður hava nevnt, so verða eini 600 skotstk viðhaldsfólk í Føroyum komandi dagarnar, og veðrið somikið gott, sum seinastu forsøgnirnar siga, er als ikki óhugsandi, at talan verður um fullsettan leikvøll á Svangaskarði.