Metstórur golfhópur

Føroyska manningin, sum skal umboða Føroyar í golf á Oyggjaleikunum á Álandi, hevur ongantíð verið størri enn hesa ferð, tí talan er um fimm fólk. Og fyri fyrstu ferð er eisini eitt konufólk við hesa ferð

GOLF

 

Á Rhodos fyri tveimum árum síðani vóru tríggir føroyskir golfspælarar við, men hesa ferð er talið uppaftur hægri, tí fimm hava vunnið sær pláss á golfliðnum, sum fer avstað. Teirra millum er enntá ein kvinna, Finngerð Sólbjørg, sum er úr Klaksvík, men býr í London. Hon hevur forrestin verið við á Oyggjaleikum fyrr, men tá sum flogbóltsspælari.

Rói Christiansen og Jónfinn Thomassen, sum báðir búgva í Danmark og eisini vóru við síðst, eru við aftur hesa ferð, og aftur at teimum eru so eisini Oskar Eiriksson og Janus Norðberg, sum báðir búgva og spæla í Føroyum.

– Hetta er met í luttøku fyri okkara viðkomandi. Úttøkan er farin fram eftir einum styrkilista, har handikappið er avgerandi fyri, hvør sleppur við, sigur Janus Norðberg, sum bæði er spælari og liðleiðari á ferðini til Álands, sum byrjar nakrar dagar undan sjálvum leikunum.

– Tú kanst siga, at vit eru við fyri at læra, tí hetta er bara triðju ferð, føroyskir golfspælarar eru við. Higartil eru vit endað á aftasta plássi, so málið hjá okkum er í fyrsta umfari at sleppa av aftasta plássinum, so vit á tann hátt kunnu fáa eitt betri úrslit enn fyrr.

Janus Norðberg sigur, at føroysku spælararnir fara til Álands nakrar dagar undan leikunum, so teir kunnu venja seg at spæla á vallunum, sum eru til taks. Serliga kann tann venjingin verða kærkomin hjá teimum báðum, sum spæla í Føroyum, tí her eru umstøðurnar ikki av teimum bestu.

Golfkappingin á Oyggjaleikunum gongur yvir fýra dagar, og har eru teir fýra menninir við í bæði liðkappingini og einstaklingakappingini, har úrslitini hjá trimum teimum bestu av teimum fýra verða tald við. Finngerð Sólbjørg er einsamøll kvinna, so hon kemur bara at umboða Føroyar í kvinnukappingini.

Merkisvert er annars, at føroyameistarin og vinnarin av stóru Tórshavn Open-kappingini, Ragnar Isaksen, ikki telist millum golfspælararnar, ið sleppa við til Oyggjaleikirnar á Álandi.