Metstórt tal av innsavnarum

Fólk, ið ikki eru stødd heima kunnu stuðla pr. telefon Sólin stavar í Havn, og eitt metstórt tal av fólki er úti og savnar inn fyri Reyða Kross. Ein vøkur sjón er at síggja foreldur við børnum savna inn. Formaðurin í Reyða Krossi, Súni Vinther sigur, at ongantíð hava so nógv fólk møtt til innsavningina. Uppmøtingin var so góð í Kommunuskúlanum, at tað leyp av við fólki. Kring landið hevur eisini gingið væl at savna inn. Fólk, sum ikki eru heima, tá innsavnarar koma á gátt kunnu stuðla innsavningini við at ringja á tlf.nr. 905656, og stuðla á tann hátt.