Metstórt hall

Hallið á amerikansku fíggjarlógini kom upp í 291 milliardir dollarar í síðsta mánað, og mett verður, at tað kemur upp á einar 400 milliardir dollarar, áðrenn hetta fíggjarárið endar.

Hallið í mai var ein triðing størri enn hallið í apríl, og tað er samstundis nýtt met. Gamla metið var frá 1992, tá tað var var 290 milliardir dollarar.

Til samanberingar kann nevnast, at í 2000 hevði USA 236 milliardir dollarar í avlopi á fíggjarlógini. Men teir pengarnar og meiri afturat hevur sitandi stjórnin nýtt til skattalættar, størri hernaðar- og trygdarútreiðslur og kríggið í Irak, samstundis sum skattainntøkan er minkað.