Metstórt arbeiðsloysi í Europa

Arbeiðsloysið í europeiska samveldinum, ES, var í mai mánaði 12,1 prosent, sum er tað mesta nakrantíð, samstundis sum tað er vaksið 0,1 prosentstig síðani apríl.

Hagstovan hjá ES-londunum, Eurostat, sigur talið á arbeiðsleysum í evruumráðnum vera farið upp um 19,2 milliónir menniskjum í mai mánaði.

Ringast er støðan í Spania, har meira enn ein fjórðingur av arbeiðsmegini, 26,9 prosent, stendur uttan nakað arbeiði.

Annars er arbeiðsloysi í sjálvum ES heldur minni enn í evruumráðnum, tí í ES var arbeiðsloysi í mán mánaði 10,9 prosent.