Metstór luttøka til flogbóltskapping um vikuskiftið

Um vikuskiftið verður árliga flogbóltskappingin, FK-Cup, sum er fyri yngru deildirnar

Um vikuskiftið verður árliga flogbóltskappingin, FK-Cup, sum er fyri yngru deildirnar, har allir teir ungu og evnaríku flogbóltsspælarirnir og flogbørnini í Føroyum sleppa at royna seg.

 

Í ár er luttøkan metstór, har 137 lið, úr øllum 9 flogbóltsfeløgunum í Føroyum, eru tilmeldaði til kappingina. Kappast verður frá fríggjakvøldinum til sunnudagin. Talan er um nógvar ymsar aldursbólkar, ið fara at kappast, heilt frá flogbørnum til unglingar.

 

Nógv stendur uppá spæl, tí hvør vinnari av kappingini, hevur tryggjað sær annað plássið í steypafinaluni, ið verður í februar.

 

Tað verður spælt bæði í Gundadalshøllini og Høllini á Hálsi. Har kunnu vera heili 10 dystir í senn, tá flogbørn spæla, nú Høllin á Hálsi er blivin somikið stór. Hetta hevur eisini við sær, at tað ikki verður neyðugt at kappast í nógvum ymsum hallum.

 

Sostatt er lagt upp til eitt spennandi vikuskifti, sum undarfarin ár hevur havt nógv gott flogbóltsspæl at bjóða uppá eins og góðan stemning millum bæði leikarar og foreldur.

 

Tað er Flogbóltsfelagi Fleyr, ið skipar fyri kappingini í samstarvi við Føroya Keypsamtøku.