Næstan hvør gonguførur íslendingur hevur verið úti í gøtunum í Reykjavík í dag fyri at fagna íslendsku fótbóltshetjunum, sum skrivaðu søgu við at vinna seg í EM-fjórðingsfinaluna í EM-endaspælinum í Fraklandi.
Tá flogfarið lendi á flogvøllinum í Keflavík syrgdi sløkkiliðið á staðnum fyri einari fagnaðarstrálu. Úr Keflavík koyrdi ferðalagið inn til Reykjavíkar, har skift var yvir til ein opnan, enskan buss, so íslendski hópurin kundi fagnast av fólkinum. Allastaðni har bussurin koyrdi var eitt ótal av fólki, sum stóð framvið gøtunum og veittraðu til stóru hetjurnar.
Bussurin koyrdi oman til Arnarhólt, har Sigurður Ingi Jóhannsson, forsætisráðharri helt fagnaðarrøðu. Venjararnir Heimir Hallgrímsson og Lars Lagerbäck hildu eisini røðu, og Lars Lagerbäck segði frammanfyri stóru fjølduni, at Ísland fer altíð at eiga eitt stórt pláss í hjarta sínum. Heimir Hallgrímsson verður nú høvuðsvenjari hjá liðnum. Íslendski liðskiparin, Aron Gunnarsson bar so í bandi, at risastóra fjøldin á Arnarhólti í samljóði við landsliðshópinum slapp at gera tiltikna "víkingaklappið", sum heimspressan nevnir serliga, íslendska stuðulsklappið.
Íslendsku spælararnir smíltust um alt fimmoyrað og vóru sera fegnir og takksamir fyri móttøkuna. Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson staðfestir í samrøðu við íslendska kringvarpið, at talan er um eins stóra stund, sum tá hondbóltslandsliðið kom heim við olympisku silvurheiðursmerkjunum í 2008.