Tað er sjáldan, at ein einstakur leikari ger eitt somikið gott hál, sum Áki Mørk gjørdi í dystinum móti KÍF sunnudagin. Vit skulu leita nærum trý ár aftureftir fyri at finna líknandi hagtøl, og eisini tá var talan um leikara hjá Neistanum, og eisini ta ferðina var navnið á leikaranum Áki.
25. mars í 2000 eydnaðist nevnliga Áka Olsen at skjóta 17 mál fyri Neistanum, tá Tjaldur var á vitjan í næst seinasta umfarinum, og tey árini, har hagtøl eru tøk, er í øllum førum eingin, sum hevur skotið eins nógv mál. Altso ikki fyrr enn nú sunnudagin.
Tey seytjan málini hjá Áka Mørk í dystinum móti KÍF sunnudagin eru
Hetta var annars ellinta ferðin hesi seinastu fýra kappingarárini, at ein einstakur leikari hevur skotið 15 mál ella fleiri. Sum tað framgongur av yvirlitinum niðanfyri, so hevur Áki sjálvur ongan tíð verið á hesum hæddum áður. Sum sagt, so sýnir yvirlitið teir leikarar, sum hava skotið 15 mál ella fleiri í landskappingardysti tey fýra seinastu kappingarárini.
-jm
17 mál
2002/03: Áki Mørk (Neistin), KÍF-Neistin
1999/00 Áki Olsen (Neistin), Neistin-Tjaldur
16 mál
2001/02: Gabrielle Fekete (VB), StÍF-VB
2000/01: Simona Dziugyte (Sóljan), Sóljan Stjørnan
2001/02: Heini Joensen (Neistin), Neistin-H71
15 mál
1999/00: John Petersen (StÍF), VÍF-StÍF
2000/01: Gurið Mortensen (VB), Tjaldur-VB
2001/02: Bjarni Wardum (H71), StÍF-H71
2001/02: Heini Joensen (Neistin), VÍF-Neistin
2001/02: Asta Petrauskiene (Sóljan), Sóljan-Kyndil
2001/02: Ioana Rápa (VÍF), Sólljan-VÍF










