Metsítt hár

Systrarnar Sheila og Wivika T. Strøm á Tvøroyri koma aftur í ár í Bønenes Rekordbog, tí tær eru systkini, ið hava síðasta hárið í ríkinum. Men harafturat kemur Sheila í ár við, tí hon einsamøll hevur síðasta hárið

Nú Wivika hevur klipt sær, er Sheila eina um at hava sera sítt hár í familjuni Tjaldrastein Strøm á Tvøroyri. Tær eru 3 systrar, ið allar  hava latið hárið grógva, til tær náddi fermingaraldur. Nú er bert Sheila eftir við metsíðum hárið.
                      Wivika og Sheila komu í fjør við í Børnenes Rekordbog 2004 sum syskin við síðasta hárinum. Wivika hevði hárlongd á 1,29 metrar og Sheila 1,31 metrar. Tær tóku tá egna met sítt, ið var 1,20 og 1,22.
                      Nú eru tær framvegis í bókini fyri 2005, tí ongin hevur tikið metið frá teimum. Men harumframt kemur Sheila eisini einsamøll í kappingargreinina, sum nevnist ?Individuelt?. Hon hevur nevniliga síðasta hárið, sum 26/6-04 varð mált til 1,47 metrar.
 
Til móttøku
Hetta er sostatt aðru ferðina, at tær koma í bókina og aðru ferðina, at tær fara til Danmarkar í samband við útgávumóttøku. Bókin kemur út 23/10-04.
                      Útgávuhaldið verður hildið í Kattegatcentret í Grenaa. Til staðar vera m.o. danski mentamálaráðharrin og ymsir miðlar, t.d. DR tv junior.
                      Hóast familjan sjálv skal gjalda ferðina, so ivast mamma og døtur ikki í at fara. Tær gleða seg almikið og eru sera spentar, og hesaferðina verður mynd av systrunum í bókini. Tað skuldi eisini vera seinast, men onkursvegna kom villa í hesar ætlanir.                      Systrarnar fara av landinum í dag til systrina, sum býr í Danmark, at gera seg klárar til alt hóvastákið, ið óivað er í samband við slíkt útgávuhald.