Metrar afturat metinum

Randi Kúrberg so legði so væl og virðiliga oman á føroyska metið í spjótkasti, tá hon sunnudagin kastaði út á 33,19 metrar

Lerwick: At støðið á oyggjaleikunum er alsamt hækkandi, mundi kappingin í spjótkasti sunnudagin vera eitt gott dømi um. Randi Kúrberg, sum tók lut á triðja sinni, kastaði í sínum besta kasti bara góðan metur undir tí, sum gav bronsu á leikunum seinast, men hesa ferð rakk tað bara til eitt pláss sum nummar átta av teimum átta luttakarunum.
Men hóast plaseringin soleiðis kanska ikki var akkurát tað, sum Randi ætlaði, so er einki at ivast í, at hon var nøgd um avrikið. Í triðju royndini tveitti hon nevnliga spjótið út á 33,19 metrar, og tað er nakað væl oman fyri gamla metið hjá Randi. Hetta var 31,36 metrar, so talan var um eina betran á nærum tveir metrar!
Og sjálv duldi Randi ikki fyri, at tað var júst einum slíkum kasti, sum hon hevur strembað eftir seinastu tvey árini.
- Tað kanst tú ætla. Ikki minst, tá talan er um slíka kapping.
- Eitt er, at tað gongur væl undir venjing, men tá verður tað so nógv tað sama. Eg sleppi jú so sjáldan at taka lut í veruligum kappingum, og tí gangi eg fyri tað mesta og tøssi einsamøll. Eg havi verið úti á 32,77 undir venjing, so hetta er nakað nógv betri. Og at tað so er á oyggjaleikum er bara fantastiskt.
Men tað sær kortini út til, at hinar betra seg skjótari. Hongur tað kanska eisini saman við, at tær sleppa til fleiri kappingar.
- Eg kann ikki gera nógv annað, enn royna at fylgja við. Sjálvt um eg havi betra meg nógv, síðani eg tók lut fyri fyrstu ferð á Man í '01, so meg, so er støðið hækkað munandi. Men soleiðis er tað bara, segði ein fegin Randi Kúrberg at enda.