Metnógvar koppsetingar í gjár

1.103 prik vórðu gjørd leygardagin, so nú er umleið triði hvør føroyingur prikaður minst eina ferð

Metnógvar koppsetingar vórðu gjørdar á Landssjúkrahúsinum í gjár leygardagin. Hetta fortelur Landssjúkrahúsið í dag. 

 

Koppsetingartoymið prikaði tilsamans 1.103 fólk.

 

– Tað gongur skjótt at koppseta, og nú hava 16.109 fólk fingið í minsta lagið eitt prik. Tað eru næstan triði hvør føroyingur, sigur Landssjúkrahúsið.

 

Koppsett verður aftur í dag og hildið verður fram, so leingi koppingarevni er tøkt.