Metnógv børn doypt samstundis

Vesturkirkjan var karmur um barnadópin hjá ikki færri enn 12 børnum undir gudstænastu í dag.

- Eg tori at siga, at tað vanliga ikki eru serliga nógv fólk í kirkju millum jól og nýggjár, men í dag var kirkjan fullsett, sigur Derhard Jógvansson, prestur.

 

Derhard Jógvansson hevði eina heilt serliga gudstænastu í Vesturkirkjuni í dag. Tað vóru nevniliga ikki færri enn 12 børn, sum vórðu doypt undir sjálvari gudstænastuni.

 

- Eg eri ikki heilt greiður yvir, um hetta er eitt met, men tað er ógvuliga sannlíkt, at tað ikki áður eru doypt so nógv børn undir sjálvari gudstænastuni, sigur Derhard.

 

Hóast talan var um metnógv børn, sum skuldu til dópin í dag, so var gudstænastan sjálv ikki serliga drúgv.

 

- Gudstænastan byrjaði klokkan 11 og var av longu klokkan 12.10. So sigast kann ikki annað, enn at tað gekk ótrúliga skjótt og væl. Eg hevði eisini lagt dent á, at velja stuttar sálmar og talur til gudstænastuna, so tað ikki dró ov nógv út, sigur Derhard Jógvansson, prestur.

 

- Tað er ikki vanligt, at so nógv børn verða doypt undir somu gudstænastu, men tað kemst allarhelst av, at nógvir útsetar eru heima um jólini, og vilja hava síni børn doypt í Føroyum. Av tí, at hendan ferian er tað styttri enn summarfrítíðin, so er torført at spjaða barnadóparnar, og tí er tað allarhelst soleiðis, at vit síggja nógv børn fara til dópin undir somu gudstænastu, sigur sóknarpresturin.

 

Derhard heldur tað eisini vera stuttligt við slíkum serligum gudstænastum, og eisini heldur hann hetta allarhelst fara at verða eina stuttliga søgu hjá foreldrunum at siga børnunum seinni.