Metnógvar seinar fosturtøkur í Danmark

Í fleiri ár á rað er talið av seinum fosturtøkum í Danmark vaksið stútt, og aftur í fjør varð met sett. Í fjør vóru 869 seinar fosturtøkur framdar í Danmark. Seinar fosturtøkur eru tær fosturtøkur, sum verða framdar eftir 12. viðgonguviku.

Høga talið kemst serliga av nýggju skanningunum, sum standa øllum barnakonum í boði, og sum vísa á tey fostrini, har sannlíkindi eru fyri breki. Tær flestu seinu fosturtøkurar verða játtaðar, tí barnið helst fer at verða føtt við kropsligum ella sálarligum breki.

Tað eru serliga tvær skanningar, sum eru orsøk til mongu seinu fosturtøkurnar. Onnur er nakkafoldsskanningin, sum verður framd í 13. viðgonguviku, og sum vísir sannlíkindini fyri, at barnið hevur Downs Syndrom.

Hin orsøkin er kanningin, sum vísir, um barnið hevur okkurt kropsligt brek, til dømis um tað hevur hjartafeil. Hendan kanningin verður framd í 18. og 19. viðgonguviku, ella tá nærum helvtin av viðgongutíðini er farin.

Tað eru sostatt fostur við møguleika fyri Downs Syndromi og við ymsum kropsligum brekum, sum í høvuðsheitum verða tikin. Nógv tær flestu kvinnurnar taka av tilboðnum um hesar kanningarnar.

Aðrar orsøkir til seinu fosturtøkurnar eru vánaligar sosialar umstøður, tannáringar, sum gerast við barn, ella tá barnsburðurin hóttir lívið á mammuni.