TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fyrstu samrøðuna reportarin hjá Rás2, Vilmund D. Jacobsen gjørdi í sendingini "Bátaradio" á Rás2 seinnapartin, har sent verður frá Bátastevnuni í Vestmanna.
Vilmund D. Jacobsen prátaði við Paula T. Petersen, borgarstjóra sum stórfegnast um methøga luttøku til Bátastevnuni í Vestmanna.
Vilmund var staddur umborð á bátinum "Viviann", ið er uppkallaður eftir systir Paula T. Petersen.
Samrøðan var eisini eitt statusprát um gongdina hjá Vestmanna kommunu sum er góð í løtuni.