Metnógv fólk tikin av døgum í Saudi Arabia í fjør

Saudi Arabia tók 184 fólk av døgum í fjør, vil Amnesty International vera við, og hetta er hægsta talið á avrættingum, ið arabiska kongaríkið nakrantíð hevur framt.

Talan var um 178 menn og seks kvinnur, og um helvtin teirra vóru útlendingar. Árið fyri vórðu 149 fólk tikin av døgum í Saudi Arabia.

Flestu avrættingarnar vóru fyri rúsevnisvirksemi av onkrum slag, men Amnesty International vil vera við, at nýtslan av avrætting í størri og størri mun verður brúkt sum politiskt amboð hjá kongshúsinum móti andstøðingum frá shia sektini.

Í apríl mánaði í fjør vórðu 37 fólk tikin av døgum samstundis, og øll uttan fimm teirra vóru shia muslimskir menn, ið vórðu dømdir fyri yvirgang - dómar, ið Amnesty International vil vera við eru fingnir til vega við nýtslu av tortur.

Amnesty International førir hagtøl yvir avrættingar kring heim, og tølini í Saudi Arabia eru merkisverd á tann hátt, at samstundis sum tey vaksa, minka tølini á avrættingum aðrastaðni í heiminum.

Mett verður, at Kina er tað landið, ið avrættar flest fólk um árið, men torført er at koma við nøkrum nágreiniligum tali á avrættingum. Amnesty International metir, at talan er um fleiri enn túsund fólk, ið verða tikin av døgum í Kina hvørt ár.