Nicosia, Cypros: Hóast troyttur, so helt Óli Johannesen seg ikki kunna vera heilt nøgdur um, at talan gjørdist um javnleik niðri á Cypern. Og í øllum førum vildi hann ikki góðtaka, at føroyska liðið longu undan dystinum vildi selt hendan fyri ein javnleik.
- Hugburðurin má vera, at tú altíð fert á vøllin fyri at vinna. Og í fyrra hálvleiki vístu vit eisini, at vit høvdu møguleikan til hetta. Vit høvdu bóltin nógv, og spældu í løtum fram eftir vøllinum, og tað er als ikki óuppiborið, at vit vóru á odda.
- Eftir steðgin verður talan tó um eitt øgiligt trýst, sum stóð á fram til dystarenda, og í so máta kanst tú nokk siga, at vit eru nøgdir um javnleikin.
Trýstið var øgiligt
Um tað at føroyska liðið bleiv trýst somikið langt aftur, helt Óli, at tað meira var Cypros, sum átti æruna av hesum, heldur enn at okkara duttu ov langt aftur á vøllin.
- Teir fluttu nógv fólk niðan í álopið, og tó at vit royndu, so varð tað ótrúliga tungt hjá okkum at spæla okkum úr trupulleikunum. Í løtum vóru vit nokk eisini hepnir, og so skal Jákup hava rós fyri hasar bjargingarnar, sum hann ger móti dystarenda.
Og tá tosað verður um dystarendan, so slepst neyvan undan at nevna dómaran, sum legði merkisvert nógv tíð afturat, og sum eisini læt spælið halda fram, tá teir fýra ásettu eykaminuttirnir vóru lidnir.
Sjálvur var Óli eisini nakrar ferðir uppi og prátaði við dómaran, men hóast vit spurdu liðskiparan, hvat hann helt um dømingina, so vildi hann ikki gera stórvegis av viðmerkingunum til júst hetta.
- Tað var nokk ikki heimsins besta dómaraavrik. Eg vil ikki siga, at hann kostaði okkum nakað stig í dystinum, men eg helt kortini, at hann ofta gav teimum dekan ov nógv, meðan vit fingu í minna lagi. Men hatta eru so treytirnar. Tú hevur ikki altíð dómaran við tær, og tað mugu vit so bara góðtaka, helt liðskiparin.
Metið veksur
Hendir ikki okkurt heilt óvæntað, so er einki at ivast í, at Óli verður millum fyrstu ellivu menninar, tá spælt verður í Dublin. Tað fer at hava við sær, at hann sum fyrsti føroyski leikarin fer um teir 70 altjóða dystirnar, men hóast hetta eru flott hagtøl, so er tað at hava dystarmetið ikki mál í sjálvum sær sambært honum.
- Sjálvandi havi eg lagt til merkis, at talan nú verður um 70 dystir, og eg eri sjálvandi glaður um, at eg havi havt so nógvar dystir á landsliðnum. Men tað er als ikki soleiðis, at metið er nakað, sum eg gangi og hugsi um. Eg taki bara ein dyst í senn, og so má tíðin fara at vísa, hvussu nógv tað verður tilsamans.
Men talan er hóast alt um eitt met. Er tað ikki nakað, sum tú kanska fert at hugsa um, tá gaggurnar einaferð verða settar.
- Tað kann gott vera, at tað fer at hava nakað at siga tá, men eg veit so ikki, hvussu leingi metið sleppur at standa. Tað eru jú fleiri leikarar, sum hava nógvar dystir, sum eisini framvegis spæla á liðnum. Tað er sjálvandi stuttligt at hava metið, men tað er so ikki tað, sum tað snýr seg um fyri mítt viðkomandi, sigur Óli Johannesen at enda.