Fyrsta umfar í várkappingini í ódnartøkum, verður í Havn flaggdagin kl. 19.00. Róð verður frá Skipasmiðjukeiðini yvir móti Ískeiðini. Róð verður 140 metarar, sum svarar til umleið 25-30 tøk. Hvør manning/bátastødd rør tríggjar ferðir sama dag og varar tiltakið undir 2 tímar.
Trý umfør verða í ár. Fyrsta umfar flaggdagin, annað umfar í Runavík 14. mai, og seinasta umfarið verdur á bátastevnuni í Vestmanna 21. mai.
Av tí, at metstór luttøka er, verða róðrarnir avgreiddir í trimum riðlum við trimum bátastøddum í hvørjum riðli. Hetta, fyri ikki at hava ov nógv tíðarkrevjandi manningarskift, har tað eru fleiri bátsmanningar, sum rógva við sama báti. Hvør manning rør tríggjar ferðir eftir hvørja aðra.
Tann, sum hevur klárað seg best, hvønn einstaka dag vinnur fyri tann dagin, og fær stig eftir RSF stigatalvuni. Eftir teir tríggjar róðrardagarnar vinnur tann, sum hevur klárað seg best tilsamans.
Undirtøkan er góð í ár og í flestu bátastøddum hava fimm manningar boða frá luttøku. Fimm-mannafør gentur hava flest luttakarar, har hava seks manningar boða frá luttøku. Í seks-mannaførum við kvinnum, fimm-mannaførum við dreingjum og áttamannaførum eru fimm manningar, og í fimm-mannaførum við kvinnum eru fýra. Einans tríggir bátar eru tilmeldaðir í róðrinum hjá seks-mannaførum við monnum, og Drekin Reyði og Ormurin Langi eru einastu 10-mannaførini, ið hava boðað frá luttøku.
Í ár verður samstundis skipa fyri eini liðkapping. Endamálið við liðkappingini er, at styrkja felagskensluna í hvørjum einstøkum róðrarfelag, eins og áhugan fyri, hvussu tað gongur hjá hvørjum øðrum í sama róðrarfelag og harvið menna róðrarfeløgini sum heild. Fyriskipararnir vóna, at hetta kann vera við til, at feløgini eru meiri íðin í at fáa mannað fleiri bátar í framtíðini.
Liðkappingin verður skipað soleiðis, at hvørt felag meldar tríggjar bátar til á einum liðið og síðani verða stigini, sum bátarnir fáa á Ódnartøkum løgd saman. Vinnarin er tað liðið, ið fær flest stig.