Í løtuni standa 152 fólk á bíðilista til vardan bústað í Føroyum. Tað vísa tøl frá Almannaverkinum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.
Hetta er næstan tvífalt so nógv samanborið við hesa tíðina (3. kvartal) fyri tveimum árum síðani - tá stóðu 84 á bíðilistanum. Síðan fyrst í 2017 er talið av fólki á bíðilista næstan bara verið vaksandi fyri hvørt kvartal, vísa tølini frá Almannaverkinum.
22 av teimum 152 fólkunum á núverandi bíðilista eru í skipanini og hava búpláss frammanundan, men skulu flytast, millum annað tí núverandi búpláss ikki er nøktandi. Hini 130 eru í løtuni uttan fyri skipanina.
Tað eru serliga tveir høvuðsbólkar, sum dominera bíðilistan. Nógv hin størsti parturin eru fólk við menningartarni og sálarsjúku. 56 á bíðilistanum hava menningartarn, Down syndrom ella fjølbrek, og 52 hava okkurt slag av sálarheilsuligum avbjóðingum. Aftrat hesum eru 35, sum hava antin Aspergers syndrom ella autismu, og so eru tað níggju fólk við seinheilaskaða.
Í Vikuskiftis Sosialinum er stórt tema um bíðilistan til vardar bústaðir, har til ber at lesa meira.