Nýggjasta uppgerðin hjá Havstovuni av saltmátingum frá Skopun og úti á opnum havi vísir, at sjógvurin á Landgrunninum og útiá framvegis er lutfalsliga feskur. Í heyst og vetur vístu mátingarnar metlágt saltinnihald á Landgrunninum. Hetta sigur Havstovan í dag.
Saltinnihaldið á Landgrunninum fylgir gongdini á opnum havi, og seinastu tíðina hevur nógv verið skrivað um lága saltinnhaldið á okkara leiðum. Havstovan mátar saltinnihaldið á Landgrunninum við Lívfiskastøðina í Skopun, og í 2017 var saltinnihaldið metlágt alt árið sammett við undanfarnar mátingar síðan 1995.
Teir fyrstu mánaðirnar í 2018 var saltinnihaldið eitt vet hægri enn somu mánaðir í 2017, men í heyst lækkaði tað aftur, og metlágt saltinnihald varð mátað í september, november og desember 2018, eins og í januar 2019.
Hiti og salt á opnum havi
Havstovan mátar eisini hita og salt á opnum havi eftir sonevndum standardskurðum út frá Landgrunninum 3-4 ferðir um árið. Her vísa mátingarnar fyri 2018, at saltinnihaldið í atlantsjógvi hevur hildið sær áleið á sama lága virði, sum í 2017. Hinvegin er hitin kvinkaður eitt vet niðureftir, men sjógvurin er framvegis væl heitari enn miðskeiðis í 1990’unum.
Hesi hita og salttøl verða m.a. send til ICES, har tey eru við í árligu frágreiðingini hjá havfrøði-arbeiðsbólkinum WGOH hjá ICES. Hesin arbeiðsbólkur hevur fund í Bergen 19.-21. mars 2019, har havfrøðilig tøl frá ymsu limalondunum verða viðgjørd. Úrslitini fara í eina árliga frágreiðing um havfrøðiligu viðurskiftini í Norðuratlantshavi.
(Kelda: Havstovan)










