BBC skrivar í kvøld, at Chelsea hevur fingið eitt boð upp á nakað yvir eina hálva milliard krónur upp á Álvaro Morata góttikið. Áleyparin hjá Real Madrid skal nú tingast við Chelsea um løn og persónlig viðurskifti. Higartil er metkeypið hjá Chelsea Fernando Torres, sum kostaði eina hálva milliard krónur.
Chelsea hevur verið sett í samband við fleiri áleyparar, eftir at tað bleiv greitt, at Diego Costa ikki heldur fram í felagnum. Tað er komið ilt í millum hann og italska venjaran, Antonio Conte. Tað er ikki greitt hvar Diego Costa endar.
Chelsea varð eisini sett í samband við Romelu Lukaku, sum endaði í Manchester United. London-felagið bleiv eisini sett í samband við Sergio Aguero í Manchester City. Hann hevur fingið mótspæl síðani Pep Guardiola koma til felagið, og sigst ikki trívast eins væl í nýggja spælistílinum.
Umframt sannlíka keypið av spanska framherjanum, Álvaro Morata, so hevur felagið keypt Antonio Rudiger frá AS Roma og Tiemoue Bakayoko frá AS Monaco, meðan Nemjana Matic ikki er við á venjingarlegu. Mett verður at miðvallarin endar antin í Manchester United ella Juventus.
AC Milan royndi eisini at keypa Álvaro Morata, men bretskir miðlar skriva í dag, at síggjarliga endurreista felagið nú ætlar sær Pierre-Emerick Aubameyang frá Borussia Dortmund, ella stjørnuspælaran hjá Torino, Andrea Belotti.
Álvaro Borja Morata Martín er 24 ára gamal. Hann er uppvaksin í Madrid umhvørvinum, har hann sum ungur eisini hevur spælt við Atletico Madrid og Getafe. Í 2014 keypti Juventus áleyparan, har hann spældi í tvey ár. Real Madrid hevði í sáttmálanum ein møguleika at keypa hann aftur. Tað gjørdu teir í fjør, men hann vann sær ongantíð fast pláss.
BBC skrivar at talan er um eitt boð upp á beint yvir eina hálva milliard krónur, meðan aðrir bretskir miðlar siga, at upphæddin fyri spanska áleyparan liggur nærri 700 milliónum krónum.









