Metkapping í Vági

Vikuskiftið 28 og 29 aug varð metkappingin 2003/2004 hildin í Vági. Hetta er ein opin kapping, t.v.s. at svimjarar í øllum aldri kunnu luttaka. Henda kapping hoyrir tó til svimjiárið

Vikuskiftið 28 og 29 aug varð svimjikapping í Vági. Hetta er ein opin kapping, t.v.s. at svimjarar í øllum aldri kundu luttaka, men tey yngstu vórðu um 12 ár.
Henda kapping hoyrir til svimjiárið 2003/2004 so svimjarar sum skullu skifta bólk fáa ein møguleika afturat at seta met í gamla bólkinum, tí verður kappingin rópt Metkappingin.
44 kappingar vórðu svomnar, og tvey nýggj bólkamet blivu sett.
Sum ikki einaferð verð tað Elspa Mørkøre úr FS í setti eitt nýtt bólkamet, og tað var í 200m frí svimjing við tíðini 2.19.3, og hitt meti setti Petur Mcintosh úr HS í 50m firvaldssvimjing við tíðini 0.31.7. Annars gjørdist úrslitið av kappingini soleiðis:
Gull Silvur Bronsa
Nr1 HS 28 18 6
Nr2 FS 15 11 8
Nr3 Flot 2 3 12
Nr4 VS 1 0 4
Nr5 TS 0 4 7
Næsta svimjikapping verður í Klaksvík um 14dg, fyri bólkarnar 1-2-3
Annars á www.ssf.fo