Metir at pensjónistar fáa verri umstøður

- Nú fráboðað verður, at Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin skal verða størri partur av útgoldnu fólkapensjónini, tí 40 milliónir kr. verða tiknar av skattafríu grundupphæddini, samstundis sum útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar. Av hesi orsøk kunnu nógvir pensjónistar, sum frammanundan eru í ella nærkast fátækraváða, fáa verri umstøður, enn teir hava í dag við galdandi skipan.


Tað skrivar Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, í viðmerkingunum til ein § 52a fyrispurning, ið hann hevur sett Aksel V. Johannesen, løgmanni, um broytingarnar í Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum.


Løgtingsmaðurin vísir í skrivinum á, at í verandi lóggávu, so er tað ómakaleyst hjá føroyingum, ið búgva í Danmark ella Grønland, at flyta heim til Føroyar, tí tað hevur onga ávirkan á pensjónsskipanina. Men við nýggju broytingunum hjá landsstýrinum ber tinglimurin ótta fyri, at fólk kunnu gerast fyri vanbýti.


Orsøkin er, at um man ynskir at fáa fult útgjald úr Samhaldsfasta, so krevst, at ein hevur verið 40 ár á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sostatt eru tey, ið flyta til Føroyar úr øðrum londum, ið ikki hava líknandi skipan, í vanda fyri at missa pening.


- Um teir koma frá landi, sum hava líknandi skipan sum okkara, skuldi ongin trupulleiki verið, tí tá fáa tey tað, sum tey missa her, endurgoldið frá landinum, har tey hava búð. Øðrvísi er, um tey til dømis hava búð nøkur ár innan ríkisfelagsskapin, so er ikki sami møguleiki. Brotpensiónin er ikki galdandi innan ríkisfelagsskapin, meðan hon er galdandi fyri samhaldsfasta. Soleiðis fara hesi at missa, tá tey flyta til Føroyar, meðan tey fáa dupult, (t.v.s. bæði fulla grønlendska fólkapensjón og samhaldsfasta úr Føroyum), um tey t.d. flyta til Grønlands, skrivar tingmaðurin í viðmerkingunum.


Í hesum sambandinum hevur tingmaðurin sett løgmanni fýra spurningar um ætlanirnar hjá samgonguni. Teir eru:


1. Er ætlan samgongunnar, at Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin skal verða bulurin í nýggju pensjónsskipanini?


2. Um Samhaldsfasti heilt ella partvís avloysir núgaldandi pensjónsskipan saman við grundupphædd og viðbót, hví hevur hesin ikki somu ásetingar sum galdandi fólkapensjón?


3. Heldur løgmaður tað vera rætt, at føroyingar, sum partvís hava búleikast og arbeitt í Danmark ella Grønlandi, ongan trupulleika hava viðvíkjandi fólkapensjónini, men koma undir 40 ára kravið, ið er galdandi fyri at fáa fult útgjald úr Samhaldsfasta, hóast hesin ikki sá dagsins ljós fyrr enn í 1991?


4. Fer løgmaður at taka stig til at rætta henda skeivleika?