Guernsey: Føroyar vóru við í fýra finalum mikukvøldið. Benthe S. Andersen svam 100 metra bringusvimjing, har hon endaði á einum fimta plássi.
Sjálvt um hon var næstaftast av svimjarunum, so setti hon føroyskt met, so ein kann staðfesta, at støðið á svimjingini he rá oyggjaleikunum er høgt. Gamla metið átti hon sjálv, og tað hevði setti hon í februar í ár.
Hitt føroyska metið tók føroyska stafettin í 4x100 blandað stafett. Dia Jacobsen, Asbjørn Hansen , Kristoffur Hentze og Eivind Eysturoy komu fimtir á máli við tíðini 04.03.08. Hetta metið tóku teir frá Havnar Svimjifelag, og tað var sett í 1999.
Tvær aðrar finalur vóru mikukvøldið. 50 metra frísvimjing fyri kvinnur, har Shaila millum Garðarnar luttók. Hon gjørdist nummar seks við tíðini 28.51 sekund. Eivind Eysturoy svam 100 metra frísvimjing. Har gjørdis hann nummar fimm við tíðini 54.15 sekund.
Føroyingar skuldu væntandi vera við í nøkrum finalum aftur hóskvøldið. Hetta var samstundis eisini seinasta kvøldið hjá føroysku svimjarunum.