Metini lúra í Klaksvík

Tað eru 48 stig millum liðini, sum seinnapartin hittast í Klaksvík

Toppliðið KÍ fær seinnapartin vitjan av botnliðnum TB. Støðutalvan sigur, at KÍ hevur 50 stig, og at TB hevur tvey stig. KÍ hevur skorað 69 mál, og TB hevur skorað átta mál.

 

TB hevur spælt 17 og KÍ 18 dystir. TB er fyrsta liðið, sum KÍ verður liðugt at spæla ímóti í ár. Eingin ivast í, at klaksvíkingar fara at vinna FM, nú teir tvær tær seinastu ferðirnar hava vunnið ímóti Víkingi og HB.

 

Í 2018 vann HB FM við 73 stigum. Tað er met. Tá ið HB í fjør vann FM, skoraði HB 81 mál. Tað er met. KÍ hevur 50 stig, og KÍ hevur skorað 69 mál. Tað verður ikki tosað hart um tað har norðuri, men tað sigur seg sjálvt, at Mikkjal Thomassen og hansara menn hugsa um møguleikan at taka hesi bæði metini frá HB.

 

Í hvussu stórum álvara teir fara undir hesa uppgávuna, nú ein triðingur er eftir av kappingini fæst góð ábending um seinnapartin. Í gjár vóru fleiri av marginalspælarunum á besta liðnum á næstbesta liðnum, sum við 6-1 heimasigri ímóti NSÍ lyfti seg úr botninum. Tað kundi bent á, at venjarin ætlar at hava teir stinnastu á vøllinum frá dystarbyrjan í dag.

 

KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen sá gult mikukvøldið, tá ið KÍ í Gundadali vann 3-2 ímóti HB, og hann er leikbannaður ídag.

 

TB hevur færri stig, enn nakað lið hevur havt, síðani kappingin í 2005 varð víðkað til at fevna um 27 umfør. Tað metið spæla teir á Tvøroyri fyri at sleppa undan.